Nú verður møguligt at granska arvaliga sjúku í Føroyum við peningi frá einum baseballspælara.
Við fíggjarligum stuðli frá einum kendum amerikonskum baseballspælara setir University of Florida á stovn eina granskingareind á Landssjúkrahúsinum. Væntað verður, at granskingareindin kann virka fyri nýbroti innan arvaligar stoffskiftissjúkur og møguliga eisini broyta viðgerðina fyri høgt blóðtrýst og aðrar vanligar sjúkur. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
Tað er grunnurin hjá Major League Baseball stjørnuni, Johnny Damon, sum letur 16.000 dollarar til hesa verkætlanina.
- Sjálvur hevur Johnny Damon ikki nakað persónligt tilknýti til sjúkuna, so hansara vilji til at hjálpa hevur nógv at týða fyri meg, sigur David Weinstein, professari á University of Florida, sum hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir. Dr. David Weinstein er leiðari fyri einum granskingartoymi, sum granskar í glykogen goymslubreki, ið er ein sjúka hvørs títtleiki er sera høgur í Føroyum í mun til í øðrum londum.
Í samstarvi við føroyskar myndugleikar og granskarar vilja granskarar úr Florida ikki einans granska glykogen goymslubrek, men eisini hvussu hendan sjúkan møguliga er tengd at øðrum vanligum heilsutrupulleikum.
Í Føroyum er tað Rúna Olsen, barnalækni, sum kemur at hava ábyrgd av granskingareindini.
Les alla søguna á heimasíðuni hjá University of Florida. TRÝST HER