Eirikur Lindenskov
Hóskvøldið komandi klokkan 1900 verður árligi basarurin í KFUK í Havn.
Á basarinum verður m. a. eydnuhjól, fiskibrunnur, borðsøla, køkutombola, konditarí og so verður trekt um lutaseðilin, sum KFUK hevur selt seinastu tíðina.
Gimme Olsen, skrivari í KFUM og KFUK sigur, at hesin basarur er sera týðandi fyri arbeiðið hjá KFUK.
? Í fjør fingu vit 45.000 krónur inn, og er tað sera nógvir pengar, tá hugsað verður um, at inntøkurnar annars ikki eru so stórar, sigur hann.
Gimme letur heilsa, at fólk, ið ætla at lata lutir til basarin, eru vælkomin við lutunum nær tað skal vera, men best er tað í morgin mikudagin eftir klokkan 1700.
Gimme Olsen vónar og væntar nógv fólk - og vinningurin fer allur sum hann er óskerdur til arbeiðið hjá KFUK