Basaltbrunnar fara at lata hurðar upp til olju í undirgrundini

-Eg trúgvi tað er ein framtíð í oljuvinnu í Føroyum. Og tað eru brunnar, sum verða boraðir gjøgnum basaltið, sum skulu lata dyrnar upp til hesa framtíð sigur Richard Hardmann, ráðgevandi jarðfrøðingur hjá føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni. Hann hevur júst luttikið á arbeiðsfundi hjá felagnum í Havn. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verða boraðir brunnar gjøgnum basaltið næsta ár.

Oljufundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Richard Hardmann vísir á, at oljufundini í bretskum øki, Lochnagar/Rosebank og møguliga eisini onnur fund so sum Cambo kunnu fáa stóran týdning fyri leiting við Føroyar.

Richard Hardmann telist nevniliga millum teir jarðfrøðingar, sum halda tað vera heilt náttúrligt, at olja finst í føroysku undirgrundini, nú fleiri stór fund eru gjørd beint hinumegin markið. Hóast tað gongur seint, so heldur Richard Hardmann, at tað eru fleiri viðurskifti, sum gagna leiting við Føroyar. Eitt er sannroyndin, at tað er so torført at gera nýggj stór oljufund í heiminum. Tað merkir, at føroyski landgrunnurin hevur eina framtíð. Annað er høgi oljuprísurin. Og tann triði fundini gjørd stutt frá markinum.

Richard Hardmann heldur Atlants Kolvetni vera sera heppið í 2. loyvisrundu. ?Felagið hevur fingið tillutað tvey sera góð loyvi, sum strategiskt liggja sera væl fyri. Fara onnur oljufeløg at gera fund í grannalagnum, so verða hesi loyvini bráddliga sera áhugaverd og eg ivist ikki í, at onnur størri oljufeløg fara at banka uppá hjá Atlants Kolvetni sum frálíður.

Hann tekur eisini í egnan barm og vísir á, at tað verður neyðugt at bora nógv fleiri brunnar yvir eitt stórt øki. ?Okkara fyrsta boð var skeivt. Tvs. har vit bara fokuseraðu uppá avmarkaða økið í landssynninghorninum av landgrunninum. Nú er at fara longur norður á landgrunnin og bora enn fleiri brunnar har. Neyðugt verður at finna fram til munin millum strukturar, sum hava verið turrir og struktarar, sum hava víst seg at goyma olju og gass. Tað svarið kenna vit enn ikki. Vit hava brúk fyri at hugsa og arbeiða øðrvísi enn higartil.

Tá Richard Hardmann kom til Føroya fyri umleið 10 árum síðani metti hann, at her fór at vera gass heldur enn olja og helt hann tað vera óheppið. ?Eg havi skift meining síðani tá. Finna vit gass, so er tað eisini gott. At onnur oljufeløg umhugsa at útbyggja gassfelt í bretskum øki vestan fyri Hetland ljóðar eisini lovandi fyri eina framtíðar føroyska gassvinnu. Richard Hardmann og starvsfelagar hansara í London eru nú farin aftur til Bretlands at arbeiða víðari við mongu og spennandi uppgávunum hjá tí bretska partinum av Atlants Kolvetni.