Baruntse í orðum og myndum

? Eg trúði, at kappróður var tað harðasta, eg nakrantíð skuldi royna, men so er ikki, sigur Johnny Joensen nú hann er komin aftur til Føroya frá Nepal. Í Nepal var hann sum kunnugt, tí hann skuldi upp á 7.129 metur høga fjallið, Baruntse

Vestmenningurin, Johnny Joensen, er nú komin aftur til Føroya eftir at hava verið á 7.129 metur høga fjallinum, Baruntse.
? Eg trúði, at kappróður var tað harðasta, eg nakrantíð havi roynt, men nú havi eg so funnið útav, at tað var tað ikki, sigur Johnny Joensen.
? Tá tú klintrar fært tú onga ilt, og tað ger, at tórkar illa at ganga. Tú missir javnvágina og er við at detta alla tíðina. Tað ringasta av øllum er, at tú minnist als ikki, hvat tú hevur gjørt har uppi. Tað kemur ikki til tín fyrr enn seinni, greiðir Johnny frá, sum so sigur, at nú byrjar hann so smátt at minnast aftur ? í smáum bitum.
30 dagar. Heili 30 dagar skulu til fyri at koma yvir ein slíkan túr.
? Eg orki nógv betur nú, tí eg havi fingið nógv meira reyð blóðlikam í kroppin. Men eg eri framvegis móður í høvdinum, og tað er tað, sum er so strævið.

Dýrt

Í løtuni sigur Johnny, at hann hevur ongar ætlanir viðvíkjandi Mount Everest.
? Eg hugsi als ikki um tað í løtuni. Nú má eg fyrst hvíla meg, og so fáa vit at síggja.
At tað kostar um eina hálva millión at sleppa upp á heimsins hægsta fjall, spælir sjálvandi eisini inn. Grundinar til, at hesin túrurin er so dýrur, eru nógvar.
? Loyvið frá landinum at sleppa upp á fjallið kostar nógv. Harafturat skalt tú hava professionellar guidir við. Tær kosta eisini nógv. Umframt tað, so dálka fólk so illa har uppi, so myndugleikarnir verða noyddir at gjalda í rúgvuvís av peningi fyri at rudda aftur.
Tað eru japanarar, sum rudda uppi á Mount Everest, og teir hava eisini ruddað nógv, nógv lík av vegnum.
? Hetta er so dýrt, tí tað er lívsfarligt!

Føroysk undirklæðir

At ganga uppi á fleiri túsund metra hædd er kalt. Onkuntíð kundu tað verða heilt niður í minus 15 kuldastig.
? Eg hevði føroysk undirklæðir við mær, og um eg ikki hevði tað, so hevði eg verið ísakaldur, sigur Johnny avgjørdur á málinum.
? Undirklæðini skriðaðu ikki, og tað var tað, sum gjørdi, at eg kláraði at vera í teimum. Hini fólkini høvdu fleece-blusur, og tey máttu verða í eini trimum tílíkum fyri at klára at halda hitanum. Tá eg gekk var eg bara í føroysku undirklæðunum og vindtøttum klæðum uttanyvir.
Johnny greiðir víðari frá, at tá sovið varð, so noyddust tey at liggja oman á allari útgerðini, tí tað var so kalt.
? Fyri at øll tey ymsu tingini ikki skulu frysta, so máttu vit hava alt niðri í soviposanum. Myndatól, klæðir, skógvar og so víðari, og so mátti tú bara venja teg við at liggja oman á øllum, og hetta hevði sjálvandi við sær, at tað var ikki so nógvur svøvnur.
Veðrið var eisini ógvuliga skiftandi. Tað kundi verða illveður í tveir tímar, og síðani kundi tað vera fínasta veður eina løtu, og so aftur illveður. Tí noyddist tú eisini at hava øll klæðini klár um illveður skuldi brostið á.
Toppurin varð náddur eftir ein 21 daga langan gongutúr.
? Tað var strævið, men spennandi, sigur Johnny Joensen at enda.