Josep Maria Bartomeu heldur fram, sum forseti í katalanska stórfelagnum, núverandi evropameistarunum, FC Barcelona.
Bartomeu fekk 54, 6 prosent av atkvøðunum. Josep Laporta hevði annars lovað, at hann fór at fáa Paul Pogba úr Juventus til FC Barcelona, um hann vann forsetavalið.
Joan Laporta fekk bara 33 prosent av atkvøðunum, og gjørdist nummar tvey.
Tað skal verða púra víst, at stórspælarin, Lionel Messi hevur verið teirra millum, sum hava arbeitt ímóti, at Josep Maria Bartomeu skuldi blíva afturvaldur til forseta í FC Barcelona. Tí eru summi farin at setta spurnartekin við framtíðina hjá Lionel Messi í FC Barcelona. Lionel Messi er ikki nøgdur við háttin FC Barcelona er rikið, sum fótbóltsfelag.
Josep Maria Bartomeu hevur hóast góðu ítróttarligu úrslitini hjá felagnum verið ein umstríddur maður. Hann hevur m.a. fingið nógvar atfinningar fyri sponsoravtaluna, sum FC Barcelona hevur við Katar.











