Franski málmaðurin Fabian Barthez gavst at spæla fótbólt eftir HM-finaluna í summar, men nú hevur hann tikið handskarnar av hillini aftur. Barthez hevur gjørt ein sáttmála við botnliðið Nantes fyri næstu 18 mánaðirnar. - Eg havi fingið tilboð frá 15 feløgum, men eg vildi ikki fara at spæla aftur. Nú havi eg broytt hugsan, og eg havi valt Nantes, tí tað tykist verða eitt gott felag, og forsetin hjá teimum kláraði at sannføra meg um at velja teir, sigur Barthez.








