Bartal verður við ÍF

Bartal Eliasen fer eisini í komandi kappingarári at spæla við ÍF. Tað skrivar heimasíðan hjá fuglfirðingum.

Bartal Eliasen flutti til Danmarkar í vetur, og tí hevur verið framtíðin hjá verjuleikaranum á fótbóltsvøllinum verið rættiliga ógreið. Men nú er staðfest, at hann verður aftur í Fuglafirði í 2009.