##med2##
AB hevur tapt 0-11 tveir teir seinastu heimadystirnar.
Seinasta heimadystin tapti AB 0-5 móti HB, og í kvøld gjørdist tað eitt verri tá teir taptu 0-6 móti KÍ.
Argjamenn munnu tó iðra seg meira um tað eina málið Skála fekk móti AB í undanfarna umfarinum. Eitt sjálvmál sum gjørdi, at AB ikki vann 1-0 á Skála.
Bartal Skaalum Petersen ásannar, at AB tapti so ruddiliga móti KÍ í kvøld, og avrikið hjá AB var ikki nógv at skriva heim um, men hann lovar bót og bata, og eitt munandi betri AB-avrik móti ÍF í Fuglafirði komandi sunnudag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Bartal Skaalum Petersen.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari. 2) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt framúr gott KÍ-avrik, og eitt ógvuliga slakt AB-avrik. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Ole Erik Midtskogen.










