Veteranurin og liðskiparin hjá ÌF, Bartal Eliasen viðgekk aftaná 2-1 sigurin á B36, at B36 var tað betra liðið í fyrra hálvleiki. Ì fyrra hálvleiki var B36 á odda 1-0, og heimaliðið rakti eisini stongina tvær ferðir.
Bartal var tó ikki í iva um, at ÍF var tað betra liðið í seinna hálvleiki, tá teir í ÍF enn einaferð vendi einum dysti.
Súni Olsen hjá B36 mátti hugtungur staðfesta, at heldur ikki hesaferð megnaði B36 at gagnnýta eina leiðslu í dystinum.
Í ljóðbrotinum uppiyvir myndini av Bartali er eitt ljóðbrot. Á ljóðbrotinum ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum í dystinum. Í ljóðbrotinum hoyrast eisini samrøður við Súna Olsen, Bartal Eliasen og við Helga L. Petersen, sum var viðmerkjari til dystin millum B36 og ÍF.
Í morgin klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum HB og NSÍ, sum verður á ovara vølli í Gundadali.