Bartal ikki við í Klaksvík

Klokkan trý seinnapartin fer besta ÍF liðið at vitja í Klaksvík. Bæði teir næstbestu hjá KÍ og teir bestu hjá ÍF megnaðu fyri viku síðani ikki at skjóta mál. Einki mál kom í Fuglafirði, har LÍF vitjaði, og tá ið KÍ hevði vitjan av FSV04 endaði tað 1-0 til FSV04. Málið fingu teir, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

Trygvi Mortensen, KÍ venjarin, dúvar nógv upp á ungar spælarar. At fleiri av teimum, sum eru partur av Formulaliðnum ikki eru tøkir, ber við sær, at onkrir lyklaspælarar í 1. deild verða fluttir upp. Kristian á Lakjuni hevur seinastu ferðirnar verið generalur á miðvøllinum í 1. deild. Mikukvøldið spældi Kristian við Formula liðnum á Argjum, og hann skal í morgin við út á Skála.

Fyri ÍF er tað alneyðugt at vinna øll stigini, um teir skulu hugsa um at fylgja B68 og FSV04. Tað er smeitur, at Bartal Eliasen og Árni Petersen ikki eru tøkir í dag. Teir eru við flogbóltslandsliðnum niðri á Kypros.

ÍF venjarin, klaksvíkingurin Jón Simonsen, skal tískil finna nýggja miðverju. Ímóti LÍF vóru Árni og Bartal miðverjar.