ÍF er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Tað er veruleiki aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF ímóti Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Hóast 3-0 sigurin, so vóru fyrsta og serliga triðja sett sera jøvn og spennandi.
ÍF vann fyrsta settið 26-24, annað settið 25-16, og tað ótrúliga triðja og seinasta settið endaði 31-29 til ÍF.
ÍF hevur 24 stig og Mjølnir hevur 23 stig. Fleyr hevur 18 stig og SÍ hevur 7 stig.
Fleyr vann 3-2 á SÍ í Gundadalshøllini. Settmunurin har var 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen.
Hóast settmunurin í fyrsta og í triðja settinum peika á ein javnan dyst, so heldur Bartal Eliasen, at ÍF er væl betur enn Mjølnir. Hann heldur, at tað er klárur klassamunur á liðunum.
Bartal Eliasen ásannar, at ÍF slakaði uppá avrikið eina løtu í fyrsta setti, men beinavegin teir settu ferð á spitaran aftur gekk tað teirra veg.
Veteranurin hjá ÍF heldur, at tá ÍF hevur ta sterkastu uppstillingina er tað eingin sum stendur teimum kurl.
Nú gleðir Bartal seg at spæla steypafinalu ímóti SÍb í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag.
Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Steffan R. Olsen hjá Mjølnir hoyrist HER
Avgerandi bólturin í øðrum setti og spennandi dystarendin, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og viðmerkingarnar hjá Berit Norðoy Vilhelmsen kunnu hoyrast HER