Bartal er á landsliðnum

Sonni Ragnar Nattestad verður ikki í ferðalagnum, tá ið landsliðið fer suður á Malta og til Rumenia

Eftir dagsins dystir í heimligu landskappingini eru landsliðsspælararnir farnir til hús at pakka. Nú skulu teir av landinum at spæla tveir landsdystir – teir fyrstu í nýggju EM undankappingini.

Tann fyrri verður á Malta leygardagin, og tann seinni verður í Rumenia annað týskvøld.

 

Millum teir, sum nú fyrireika seg til landsliðsferðina, er HB miðverjin Bartal Wardum. Hann var ikki millum teir, sum í fyrstu atløgu vórðu boðsendir. Nú hevur Sonni Ragnar Nattestad givið avboð, og í hansara stað hevur Lars Olsen sent boð eftir HB miðverjanum.

Bartal hevur nógvar royndir á yngru landsliðunum. Hann hevur spælt tólv U-21 landsdystir, tríggjar U-19 landsdystir og trettan U-17 landsdystir.

Enn hevur 21 ára gamli Bartal Wardum ikki verið á A-landsliðnum.