B36 skrivar á facebookvanga sínum:
- Bartal Páll er aftur í B36
Bartal Páll Klein flytur nú aftur til B36 at spæla. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála, sum er galdandi fram til kappingarlok í 2028.
19 ára gamli framherjin spældi nøkur ár í B36 sum ungdómsspælari. Blaðungur hevði hann eisini spælt nakrar dystir fyri okkara næstbest lið, tá hann fór inn á Toftir at royna seg á sumri í 2023.
- Eg havi valt at skriva undir trý ára sáttmála, tí eg trúgvi upp á projektið hjá venjaranum og felagnum. Somuleiðis veit eg, at hetta er eitt gott stað, har eg kann menna meg persónliga og sum fótbóltsspælari, sigur hann.
Jákup á Borg, ítróttastjóri, heldur, at Bartal Páll fer at gera mun beinanvegin, men hetta er eisini ein íløga í framtíðina.
- Bartal Páll er millum teir mest spennandi ungu spælararnir í Føroyum, og við sínum sjáldsama góða máltevi hevur hann longu víst seg fram í bestu deildini. Vit vita, at Bartal Páll er ein spælari í stórari menning, ið eisini tørvar tíð og tol at búnast, og tær tryggu umstøðurnar fær hann í B36, sigur hann.
Bartal Páll Klein hevði 19 ára føðingardag í desember, men hevur longu nógvar royndir í bestu deildini. Hann hevur spælt 60 dystir fyri B68 og HB í fremstu røð, steypakappingini íroknað, og skotið 9 mál, sambært FaroeSoccer.
Seinastu dagarnar hevur Bartal Páll vant saman við nýggju liðfeløgunum, sum leggja nógv fyri í fyrireikingunum til komandi kappingarár. Í kvøld var hann eisini við, tá B36 vann á AB í venjingardysti á Tórsvølli.
- Eg vóni og vænti, at vit fara í ár at kappast í oddinum, og saman fara vit at røkka teimum málsetningunum, ið eru settir fyri kappingarárið, sigur Bartal Páll. Skrivar B36.
##med2##












