Bartal Eliasen rennur ikki undan, at lið hansara ÌF er favorittur í steypafinaluni ímóti SÍ í morgin seinnapartin.
- Tað er klárt, at vit eru favorittar, vit hava jú ikki mist nakað stig higartil í ár. Men ein steypafinalu er bert ein dystur, og tá kann alt henda. Fær ein spælari skaða, so kann alt venda á høvdið.
ÍF var fyri stuttum í Ìslandi fyri at fáa stinnari og sterkari mótstøðu, fyri at verða betri brynjaðir til steypafinaluna.
Tað ber til at hoyra prátið, sum Rás2 hevði við Bartal Eliasen seinnapartin undir greinini.
Á myndini sæst Bartal við liðnum hjá ÌF, sum vann steypakappingina í 2001, so hevur nakar royndirnar til eina steypafinalu, so er tað júst Bartal.