Barsskor setast í stand

Gamla strandfaraskipið hevur verið til høvuðssýn, og næstu vikurnar verður Barsskor umvældur á bedingini í Klaksvík

Strandfaraskipið Barsskor liggur á beding í Klaksvík, og har verður hann liggjandi komandi vikurnar.

Gamla strandfaraskipið hevur verið til høvuðssýn, og hetta sýn staðfesti, at tað er ymiskt, sum skal gerast við skipið.

Strandferðslan hevur seinastu dagarnar bíðað eftir úrslitinum av sýnum hjá Skipaeftirlitinum, og nú tað er komið, hevur Strandferðslan sett gongd á umvælingarnar, so Barsskor taka siglingina uppaftur millum Klaksvík og Kalsoynna.

Tað verður roknað við, at arbeiðið fer at taka nakrar vikur, og tí fer Barsskor ikki aftur í vanliga sigling fyrr enn um ársskiftið.

Seinastu tríggjar vikurnar hevur Súlan røkt siglingina til og úr Kalsoynni, og tað kemur hon framhaldandi at gera restina av árinum.