Barsilsskipanin
Men nær er ein kvinna í heilsuvanda? Er hon í heilsuvanda tá hon fer yvirum vegin? Ella er fostrið ikki í heilsuvanda um mamman roykir eina sigarett? Í móðurmálsorðabókinini stendur, at "heilsuvandi" er vandi fyri heilsuni. Tó er hendan orðingin ógvuliga bronglut, tí vit eru jú í heilsuvanda hvønn dag, fleiri ferðir um dagin.
? Hendan orðingin er ógvuliga óheppin, sigur Kári Rasmussen, formaður í Kommunulæknafelagnum.
? Hon setir bæði læknar og kvinnuna í eina óhepna støðu, tí kvinnan kann gerast óarbeiðsfør meðan hon er við barn, sjálvt um hon ella fostur ikki eru "beinleiðis" í heilsuvanda.
Sum nú er, verður kvinnan "flutt" frá dagpeningaskipanini til barsilsskipanina tá kvinnan, ið er við barn hevur minni enn 13 vikur eftir at ganga. Hetta vil tí siga, at um kvinnan ikki fær læknaváttan, ið sigur, at hon ella fostur eru í heilsuvanda, stendur hon eftir við ongum. Onki nyttar at venda sær til dagpeningaskipanina av tí, at dagpeningaskipanin vísir kvinnuni til barsilsskipanina.
Upp til læknan
? Tað er upp til hvønn einstakan lækna at avgera, um kvinna ella fostur eru í heilsuvanda, sigur fulltrúin í Vinnumálastýrinum, Søren Pram Sørensen.
? Annars er tað ALS, sum umsitur barsilsskipanina, og eru tað tey, ið taka avgerðir um umsóknir til barsilsløn verða gingnar á møti ella ikki.
Tó verður arbeitt við eini vegleiðandi reglugerð til læknar, soleiðis, at læknarnir hava eitt hvørt at fyrihalda seg til. Sum er nú hava læknarnir onki at ganga eftir, og noyðast tí at meta eftir egnum førimuni um kvinnan ella fostur eru í heilsuvanda.
? Vegleiðandi reglugerðin til barsilslógina kemur at innihalda nakað av tí sama, sum vegleiðingin til donsku barsilslógina inniheldur.
Í donsku vegleiðingini standa dømir um støður ein kvinna, ið er við barn, kann koma í. Hetta fer at gera tað lættari fyri læknarnar, tí soleiðis hava teir nakað at fyrihalda seg til.
Sum dømi kann nevnast, at um donsk kvinna hevur kokuloysn, fosturvatnseitran, vaginalbløðing og annað, hevur hon eftir donsku reglugerðini rætt til barsilsløn. Í Føroyum eru fleiri dømir um, at kvinnur við kokuloysn ella fosturvatnseitran eru avvístar frá barsilsskipanini, tí orðingin um, at kvinna ella fostur eru í heilsuvanda ikki varð skrivað í læknaváttanina.
Føroyska reglugerðin kemur at líkjast donsku nakað nógv, men nær hon kemur er ilt at siga.
? Vit hava ikki gjørt nakað serligt við hetta enn, men ætlanin er tó at hon skal koma, sigur Søren Pram Sørensen.
Danska lógin liðiligari
Á júst hesum økinum kann sigast, at danska lógin viðvíkjandi barsilspeningi, er liðiligari enn tann føroyska.
Viðvíkjandi sama evni sigur danska lógin, at "Kvinden er berettiget til dagpenge inden 4-ugers perioden før fødslen, hvis det efter en lægelig bedømmelse skønnes, at graviditeten har et sygeligt forløb, der ved fortsat beskæftigelse vil medføre risiko for kvindens helbred eller fosteret."
Í Danmark verður ikki meira kravt enn, um kvinna við barn, hevur "et sygeligt forløb". Her undir kemur síðani kokuloysn, fosturvatnseitran, vaginalbløðing og annað.
At Føroyar ikki hava nakran skipaðan politikk viðvíkjandi "heilsuvanda fyri fostur og/ella hana sjálva" setir kvinnur og læknar í eina keðiliga støðu. Læknin skal bæði virka sum lækni og løgfrøðingur, tí metingin um kvinnan er í heilsuvanda ella ikki, má eisini síggjast út frá einum løgrføðisligum sjónarhorni.
Tað kann ganga rúm tíð innan vegleiðandi reglugerðin til barsilslógina kemur út, og til ta tíð noyðast føroyskar kvinnur, ið eru við barn, at vera frískar. Tí eftir 23. viku fáa tær hvørki barsilspening ella dagpening um tær ikki eru í "heilsuvanda".