Barrosso vil hava Hedegaard

Næsta ár leggur danski ES-kommiserurin, Mariann Fischer Boel, frá sær, og danskir fjølmiðlar hava havt fleiri boð uppá, hvør kann metast sum møguligur avloysari. Men tað eru ikki bara danir, sum hugsa um tann komandi kommiserin.

Berlingske Tidende skrivar í dag, at formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, vil hava Connie Hedegaard, veðurlags- og orkumálaráðharra til nýggjan kommiser.

Frá keldum í Bruxelles hevur blaðið frætt, at Barroso hevur sagt Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, at hann vil fegin hava Connie Hedegaard til kommiser í veðurlagsmálum.