Barrichello skal koyra BAR-Honda

Rubens Barrichello staðfestir, at hann framvegis hevur ætlanir um at vinna HM-kappingina

Niels Uni Dam

Líka síðan Felipe Massa skrivaði sáttmála við Ferrari fyri næsta kappingarár, fyri nøkrum vikum síðan, hevur minst loyniligi loynidómurin í formel 1 verið, at Rubens Barrichello hevði undirskrivað sáttmála við BAR-Honda. Tí varð eingin serliga skakkur, tá BAR-Honda og Barrichello kunngjørdu, at tey høvdu skrivað undir ein sáttmála, sum byrjar frá næsta kappingarári og er galdandi fleiri ár fram.

Rubens Barrichello hevur seinastu seks árini koyrt fyri Ferrari liðið, og hevur øll árini staðið í skugganum á sjeyfalda heimsmeistaranum Michael Schumacher. Fleiri ferð er Barrichello biðin um at lata sleppa Schumacher framvið, tí týskarin hevði brúk fyri stigunum, í royndini at vinna eitt av sínum nógvu heimsmeistarheitum.

Barrichello sigur sambært www.pole-position.dk, at hetta er ein roynd at endurvinna drívmegina, og at hann ætlar sær at vinnað HM. Tað er tó ikki ein illur ella ónøgdur Barrichello, sum fer frá Ferrari. Hann sigur, at hann er takksamur fyri tíðina hjá Ferrari, hann hevur vunnið nógvar koyringar, og hevur verið við til at vunnið nógv liðmeistaraheitið.

Michael Schumacher sigur um Barrichello, at hetta er besti liðfelagið, sum hann nakrantíð hevur havt, og at teir hava havt nógvar stuttligar løtur uttan fyri breytina og góðar dystir á breytini. Men hann sigur samstundis, at hann skilur avgerðina hjá Barrichello. Hann heldur eisini, at tað kann gerast sera spennandi at fáa ein nýggjan ungan koyrara inn í liðið, hann heldur, at hetta væl kann geva liðnum eitt lyft av onkrum slagi.

Hvør nýggi liðfelagin hjá Barrichello verður er enn ivasamt. Núverandi BAR-Honda koyrarin, bretin Jenson Button, vil heldur enn fegin halda fram hjá BAR, men hann undirskrivaði í fjør ein sáttmála við Williams liðið um at koyra fyri teir frá 2006. Spurningurin er so, um BAR-Honda sleppa at keypa Button leysan úr sáttmálanum, tí eingin ivi er um, at bæði liðini sera gjarna vilja hava hann í sínum bili.

Tað tykist tó eingin ivi at vera um, at hin BAR-Honda koyrarin japanski Takuma Sato ikki koyrir fyri BAR-Honda næsta kappingarár. Hann hevur staðið í skugganum á Button alla tíðina, men hetta kappingarárið hevur gingið av skriðuni hjá honum, og tað var ikki fyrr enn í seinastu koyring, at hann endiliga fekk stig..