Alt bendir á, at formaðurin í ES-nevndini verður afturvaldur fyri eitt fimm ára skeið afturat Tann konservativi portugisarin José Manuel Barroso tykist sita rættiliga tryggur í formansstólinum í ES-nevndini.
Í gjárkvøldið samdust ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES-londunum um at innstilla Baroso til eitt fimm ára skeið afturat. Sambært tíðindastovunum atkvøddi einki land ímóti.
Miðskeiðis í næsta mánaði skal tað nývalda ES-tingið so taka støðu til innstillingina frá leiðarunum, og alt bendir á, at Baroso eisini fær ta neyðugu undirtøkuna har.
Tað kann tó hugsast, at vinstravongurin í tinginum fer at koma við einum mótvalevni, og her hevur fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen verið upp á tal.