Baroli Music, hava sent lag inn til kapping, sum mæti filmskomponisturin Hans Zimmer skipar fyri, tilber at lurta eftir lagnum á alnetinum, og atkvøða, um man hevur ein Soundcloud profil.
Hans Zimmer er millum kendastu tónasmiðir innan filmstónleik, og hevur gjørt tónleik til fleiri enn 100 filmar, eitt nú The Lion King (1994), Crimson Tide (1995), The Thin Red Line (1998), Gladiator (2000), The Last Samurai (2003), The Dark Knight (2008), og Inception (2010). Nú skipar hann fyri kapping millum tónasmiðir, ið skulu skapa eitt tema yvir eitt lag, ið tey sjálvi hana gjørt. Men uppgávan er bundin, á tann hátt, at Zimmer letur nøkur sonevnd arrangement spor, sum skulu nýtast í arbeiðinum.
Bárður Háberg úr Baroli Music sigur:
- Vit hava gjørt allan melodiin ella lagið og hava innspælt leiðandi ljóðførini, og gittarar og bass. Nógv element í framleiðsluni eru frá Zimmer, men hvussu elementini verða brúkt og miksaði, er eisini okkara arbeiði. Tað var eitt høvuðs poeng við kappingini. Tað hava øll hini í kappingini somuleiðis gjørt. Tað varierar so fyri hvørt lag, júst hvussu nógv av sporunum hjá Zimmer verða brúkt. Haldi okkara bleiv ein góð balansa.
Til ber at hoyra lagið her, og sum Bárður sigur:
- Tað hevði verið óført um onkur av tykkum vildi gjørt okkum tann beina at lurta á hesi síðuni - og síðan klikkja á "like" - men bara um tykkum dámar lagið.