Barnslig byrjan upp á dagin

Síðsti dagur á ársins Summarfestivali er byrjaður. Tað vóru børnini, sum fingu sítt, tá festivalurin byrjaði kl. 13 í dag.

 

Fyrst á skránni í dag var karneval, har tað varð gingið skrúðgongu frá KÍ høllini og oman á Vágsbø. Nógv var gjørt burturúr, og nógv børn vóru eisini komin saman at vera við í karnevalinum. Mong foreldur vóru eisini komin at hyggja at við sínum børnum.

 

Aftaná var ymiskt undirhald á Stóra palli, áðrenn Kular Røtur trinu á pall. Kulu Røturnar hava veruliga gjørt um seg síðstu árini við serliga eina hittinum ’Vov vov’. Børnunum dámdi eisini stak væl konsertina, sum vardi næstan ein tíma.

 

Aftaná Kular Røtur framførdi Xperiment við sínum avbera vakra sangi. Xperiment er eitt kór úr Havn, stjórnað av Sigrid Sivertsen.

 

Skráin fyri børnini var ikki liðug enn. Uttan fyri Føroya Tele var eitt tiltak ’Tað poppar’. Har var alt møguligt á skránni, sum poppar. Fyrst var tað Beinir Troest, sum sang nakrar av sínum popputu sangum. Síðani fingu børn popkorn og sluppu at blása sápubløðrur - sum poppaðu.

 

Alt í alt ein fín byrjan upp á dagin fyri børnini.