Ársins summarfestivalur legði út við einum barnatiltaki á lítla Føroya tele pallinum Veðrið var gott, og fitt av fólki var savnað til barnatiltakið, sum fekk heiðurin at byrja summarfestivalin 2010. Fimm flottar og dugnaligar gentir byrjaðu við eini dansiframførslu, áðrenn ein klóvnur kom á pallin. Saman við klóvninum sungu børnini onkran vælkendan barnasang.
Fólk legðist so stútt aftrat, og skjótt var lítla økið uttan fyri Føroya tele kjokkfult av børnum og vaksnum. Eftir klóvnin kom gyklarin Ásbjørn á pallin, og framførdi hann nøkur stuttlig gykl.
Børnini vóru heilt bergtikin av Ásbirni. Mitt í tí heila tók Ásbjørn og gyklaði Meylu fram, sum fór at framføra hittið hjá sær ?Slikksjúk?.
Í ein heilan tíma sungu, flentu og róptu børnini saman við Ásbirni, Meylu og øllum hinum. Ein góð barnslig byrjan.











