Ólavur í Beiti
Lisbeth L. Petersen spurdi herfyri Finnboga Arge nakrar spurningar um Barnsburðargrunnin og vildi hon hava at vita, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar, nær grunnurin verður settur á stovn og hvussu grunnurin skal fíggjast.
Lisbeth L. Petersen vísti á í viðmerkingunum, at viðvíkjandi teim alment løntu er nú ein skipan galdandi, tá avtala er gjørd um spurningin við sáttmála, sum tryggjar kvinnuni fulla løn, tá hon fer í barnsburðarfarloyvi, men á privata arbeiðsmarknaðinum er støðan ikki hin sama.
? Í mongum føri er tað arbeiðsgevarin, sum ger av, hvussu málið um barsilsfarloyvi verður umsitið. Fíggjarliga orkan hjá arbeiðsgevara kann vera avgerandi fyri, hvørjar sømdir kvinnan, sum verður við barn, fær. Hetta sást og eru dømi um, tá kreppan í nítiárunum leikaði harðast á, og kvinnurnar á arbeiðsmarknaðinum vórðu mettar sum ein fíggjarlig byrða fyri summi, segði Lisbeth L. Petersen í viðmerkingunum.
Nevnd sett
Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at nevnd er sett at gera uppskot um, hvussu grunnurin kann skipast, og nevndin er farin til verka at fyrireika uppskot til løgtingslóg um grunnin, sum verður lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
? Barnsburðargrunnurin kann setast á stovn tá og um Løgtingið hevur samtykt uppskotið, og tað er staðfest og lýst sum løgtingslóg, vónandi í hesum árinum, og ætlanin er, at grunnurin skal fíggjast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Finnbogi Arge í svarinum.