Summarið er í nánd, og nógv gleða seg til frítíðina saman við børnunum. Ongantíð kemur vakra náttúran í Føroyum betri til sín rætt enn vøkru, longu summardagarnar. Tilboðini eru mong kring landið - eisini til barnafamiljurnar, og ikki er neyðugt at keypa ferðaseðil til fjarskotin lond. Tí hava vit í Sosialinum hetta vikuskiftið útvalt nakað av tí, sum vit halda er áhugavert og eina vitjan vert.
Her hava vit savnað saman nøkur uppløgd boð til familjuvinarlig tiltøk í Føroyum í summar, har familjan, føroyska tilfeingi og náttúra eru lyklaorðini
Millum annað viðmæla vit vælumtóktu familjuleguna á Selatrað. Familjurnar búgva í tjaldi ella í vallarheiminum og skipað er fyri legubáli, gullgrevstri, bogaskjóting, jarnsmíð, vatnsúkklum, kanorógving og kappingum av ymiskum slagi. Serliga eru tað páparnir, sum veruliga fáa møguleika at spíla seg út við alskins kappingum.
Eisini viðmæla vit taratúrurin í Fámjin, sum er ein túrur í mølini í Fámjin. Tari verður savnaður saman, og greitt verður frá um nøvn, gróðrarstøð, útbreiðslu og hvat er etandi og annað. Hetta er ein stuttligur møguleiki hjá børnum og vaksnum at bretta um armar, nerta við taran, vassa og líða á.
Les meir um júst hetta í Sosialinum hetta vikuskifti, sum er á gøtunum í morgin