Barnaverndin á Skálafjørðinum fingið nýggjan leiðara

Barnaverndartænastan á Skálafjørðinum, sum umfatar Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur, hevur nú sett Ingrid Jensen sum leiðara í samstarvinum. Tað sigur Runavíkar Kommuna í síni heimasíðu

 

Ingrid er sosialráðgevari, umframt at hon hevur tikið diplomútbúgving og fingið lektaragóðkenning í sosialum arbeiði. Harafturat hevur masterútbúgving í vísindagrundaðum sosialum arbeiði.

 

Hesi seinastu 16 árini hevur hon arbeitt í Danmark og tilsamans hevur hon 35 ára starvsroyndir í sosialum arbeiði, bæði sum málsviðgerari, fulltrúi og leiðari í Almannaverki, barnavernd og í fakfeløg. Hon hevur eisini sitið í kærunevndum á barnaverndarøkinum, bæði í Føroyum og í Danmark. 

 

Ingrid Jensen byrjar í nýggja starvinum um tríggjar vikur, tann 1. november.

 

Hon byrjar í starvinum í november. Vit ynskja Ingrid vælkomnari í starvið.