Í gjárkvøldið mátti løgreglan senda boð eftir barnaverndini at koma upp í eitt mál, har umstøðurnar hjá einum pinkubarnið ikki vóru nøktandi.
Ein kona ringdi til løgregluna, men hon vildi ikki nakað serligt, uttan at hon vildi hava løgregluna at hjálpa henni og sambúgvanum í einum máli, tey vóru ósamd um.
- Hon var rættiliga ógreið, men tá ið hon so sjálv nevndi, at hon var mamma at einum pinkubarni, sum eisini var í húsunum, gjørdi løgreglan av at fara á staðið at kanna málið.
Tá ið løgreglan kom heim, sóu tey skjótt, at umstøðurnar vóru ikki sum tær áttu at vera við einum pinkubarni í húsunum, sum tey málbera seg.
Tí vórðu boð send eftir barnaverndini, sum so tók sær av málinum. Samstundis skrivar løgreglan tað, tey kallað eina sosiala frágreiðing, sum verður latin barnaverndini og kommununi, har hetta fór fram.
Løgregla sigur, at tað er ikki ofta, at slíkt kemur fyri. Men tað kemur fyri nakrar ferðir, at sosialar frágreiðingar verða skrivaðar til barnaverndir og kommunur, sum so taka sær av málinum aftaná. Tað veldst nokk so nógv um, hvussu gomul børnini eru, sigur løgreglan.
Annars hevur verið friðarligt. Løgreglan hevur aftur í nátt kannað viðurskiftini á skeinkistøðunum í Havn, men har vóru øll viðurskifti ílagið. Kannað verður eftir um ung undir 18 ár eru inni, um ov nógv fólk eru inni, um skonkt verður fyri fullum fólki, um rýmingarvegir eru tøkir, um skeltingin er, sum hon skal, o.s.fr.