Barnaverndarsamstarvið í Suðuroy

Mangur situr uttan iva spyrjandi um, hví slitnaði samstarvið millum Vág-Porkeri og hinar kommunurnar í Suðuroy. Fyri at lýsa hesum, vil undirritaði eftur bestu sannføring geva eina lýsing av hesum.

Tað stóð fyri framman, at endurnýggja sáttmálan komandi 4 árini. Undirritaði, ið er formaður fyri barnaverndarsamstarvinum, heitti tí á barnaverndarleiðaran, um at geva okkum eina frágreiðing, um hvussu barnaverndarsamstarvið hevði fungerað hesi 3 árini, samstarvið hevði verið.

Barnaverndarleiðarin gav okkum í juni mánaði eina frágreiðing um barnaverndarsamstarvið, undirritaði kannaði beinanvegin, um møguleiki varð at viðgerða frágreiðingina undan summarferi- uni, men frágreiðingin kom so seint í juni, at fólk vóru byrjaði upp á summarferiuna. Undirritaði kannaði so, nær best lá fyri hjá fólki, at koma saman fyri at viðgerða frágreiðingina, hettar lat seg ikki gera fyrrenn í september. Fundur varð tí avtalaður í septembur, við tí eina máli, at viðgerða frágreiðingina.

Vikuna áðrenn fundin vóru boð við áminning um fund, givin av barnaverndarleiðaranum. Allar kommunur møttu til fundin uttan Tvøroyrar kommuna og Fámjins kommuna. Til henda fund gjørdu vit Porkeri/ Vágur, vart við at vit vóru sera ónøgd við ymiskt í frágreiðingini. Vit vístu eisini á, at sumt var í frágreiðingini, sum als ikki hoyrdi heima har, hettar var alt bagatellisera av barnaverndar leiðaranum.

Vit tóku fundin uppaftur ein mánað seinni, fyri at koma nærri ársfrágreiðingini. Í ársfrágreiðingini stóð at lesa, at samstarvið hjá barnaverndarumsitingini við allar stovnar var sera gott, hesum høvdu vit frænir um, at tað als ikki passaði. Vit kallaðu tí allar stovnar í Vágs/Porkeris kommunum ( uttan barnagarðin, har leiðarin var burturstaddur ) inn til fundar, har greitt var frá, at vit sótu fyri, at viðgerða barnaverndarsamstarvið sum vit skuldu til at endurnýggja, og í hesum sambandi ynsktu vit, at frætta hvat var gott og um okkurt var sum tey ynsktu, at fáa betra. Úrslitið av fundinum var sera negativt, har øll høvdu negativar viðmerkingar, ja so negativar, at als einki álit var millum stovnsleiðarar og barnaverndarleiðaran. Formaðurin í barnaverndini, sum var við á fundinum var sera skelkað av upplýsingunum.

Úrslitið av fundinum var, at vit Vágur/Porkeri ynsktu, at hinar kommunurnar saman við okkum søgdu barnaverndarleiðaran úr starvið og at barnaverndarumsitingin varð løgd út um skrivstovuna hjá Tvøroyrar býráð. Vit ynsktu at kommunurnar svaraðu okkum aftur.

Tvøroyrar kommuna svaraði aftur, at tey høvdu fult álit á barnaverndarleiðaranum og at tey ikki høvdu ætlanir um at leggja barnaverndarumsitingina út um býráðsskrivtovuna. Fámjins kommuna svaraði munnlig aftur, at tey høvdu ikki trupulleikar, við samstarvinum. So vítt eg veit, hava hinar kommunurnar ikki svara aftur.

Vit sum politikkarir í Porkeri/Vágur, skulu altíð veita borgarunum okkara bestu tænastu. Tað kundu vit ikki í hesum føri, tí valdu vit at siga barnaverndarsamstarvið upp. Og vilja vit ístaðin stovna okkara egnu barnaverndartænastu, har vit veita brúkarunum og avvarðandi bestu tænastu. Og tað eru vit sannførd um, at vit megna, við teimum ætlanum vit hava.

Hettar er so skriva í bestu sannføring og uttan at seta niður á nakran, í dagbløðunum hava vit sæ, at formaðurin í barnaverndini, sigur at samstarvið í barnaverndini,hevur verið sera gott og tað ivist eg onga løtu í, at so er. Men tað er ikki tað, ið málið snýr seg um, men hinvegin tænastan til okkara. Vit Vágur rindar sum er, góða millión fyri hesa tænastuna, sum stovnsleiðarar okkara ikki kunnu nýta.

Vinarliga, við kvøðu um eitt gott væl til øll sum stilla upp í oynni.

Og somuleiðis tøkk til øll, sum hava stuðla meg í býráðsarbeiðinum hesi ár, eg havi verið virkin. Gud signi tykkum øll og føðiland okkara.