Klaksvík: Klaksvíkar kommuna mælir nú eisini landinum frá at taka yvir barnaverndirnar, soleiðis sum ætlanin er í einum nýggju uppskoti um barnaforsorg.
? Tað ræður um at hava barnaverndirnar nær borgarunum, og tað kunnu kommunurnar tryggja, heldur Eyðgunn Samuelsen, sum er formaður í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.
? Kanska kundu vit skipað fyri einum samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum um barnaverndina. Á tann hátt kundu vit bygt eina umsiting upp, har tað eisini gjørdist pláss fyri fakfólki, sum kundi tikið sær av ymsum sosialum málum í kommununum.
Eyðgunn Samuelsen heldur, at um barnaverndin heldur fram við at vera eitt kommunalt øki, so kunnu kommunurnar kring landið brúka fakfólk á staðnum í hesum arbeiði, og møguleiki kundi eisini verið fyri at fingið ein sálarfrøðing í starv.










