Barnaumboð, lati barnarøddina blíva hoyrda

Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur
------

Sum eg bleiv glað, at lesa í fjøðmiðlunum, at nú verður sett Barnaumboð á stovn í Føroyum.
Hetta hevur verið upp á tal fyri stuttum, uppskot sett fram av ansstøðuni í Tinginum, men fekk tíanverri ikki undirtøku og fall.
At okkum tørvar slíkan stovn, er ongin ivi um, og eru slíkir stovnar í londunum rundan um okkum. Og sera umráðandi, at vit halda barnarættindarsáttmálan hjá ST.
Vit sum dagliga starvast millum børn, uppliva mangan, at stovnur sum hesin er saknaður.
Tað er tíanverri ofta soleiðis, at tað eru tey vaksnu, ið verður tikið hensyn til og ikki børnini. Tey verða ikki altíð hoyrd og vird, sum tey hava krav uppá. Onkuntíð, ikki eingang spurd, um teirra hugsan og meining. Tað hevði mangan verið ørvisið avgerðir, um børnini blivu hoyrd og vird. Tí vit vita, at børnini siga frá, bæði so og so.
Tað er nógvar, stórar og ávlarsligar uppgávur, eitt slíkt Barnaumboð skal taka støðu til.
Fyrst og fremst fyribyrgjandi, og samstarva við teir fakbólkar, sum frammanundan eru í teimum ymsu økinum og ikki minst verða á varðhaldið og verji hjá øllum børnum í Føroyum.
Eg haldi so avgjørt eisini, at tað skal verða ein kærustovnur.
Eg skal verða tann fyrsta at ynskja Barnaumboðnum vælkomið. Og skal tað verða mín inniliga vón, at øll á tingi taka undir við hesum, uttan mun til politsika áskoðan, hetta mugu og skulu øll verða samd um, børnunum til gagns og frama.