Barnatenn í Grasagarði

Barnatannrøktin í Tórshavnar Kommunu skipar aftur í ár fyri eini stuttligari, hugnaligari og upplýsandi løtu fyri børnum, ungum, foreldrum og øllum øðrum, ið hava møguleika at koma framvið Grasagarði hesa løtuna.

Her verður bóltkast, fiskibrunnur, ballónir, kunnandi tilfar um sunnan mat og smakkiroyndir av mjólkaúrdráttum, grønmeti o.m.a.

Umframt barnatnnrøktina, verða Fólkaheilsuráðið og ÍSF við hendan dagin.

– Byrjið Mentunarnáttina í Grasagarði klokkan 14 – 17 fríggjadagin, heilsa tey frá Barnatannrøktini.