Barnatekningar á lørift

Barnatekningar liva ofta eina stokkuta tilveru. Í besta føri prýða tær køliskápshurðina í nakrar dagar, í ringasta, og sum oftast, enda tær dagar sínar í einum stakki, saman við øðrum fínum tekningum, við einum ”áh, sum tú dugur væl, góða..” Hetta er stórt spell, tí nógvar barnatekningar eru sonn listaverk á at líta, spontanar, fantasifullar og erligar. Listakvinnan Rikke Schultz bjóðar at mála barnatekningar yvir á lørift, so tú kanst prýða heimið við teimum og njóta tær í mong ár framyvir. Vit halda hugskotið vera avbera gott, og hvør sigur, at tað skal vera júst hendan listakvinnan, sum ger arbeiðið? Kanska skuldi vit roynt sjálvar. Í øllum førum verða børnini ovurfegin, tá ið tey síggja fínu tekningarnar sum rættiligir “vaksnamálningar” í stovuni. www.ditbarnsmaleri.dk