Barnatannrøktin 50 ár

Í dag, fríggjadagin 11. september frá kl. 15-17 verður ein almenn móttøka í sambandi við at barnatannrøktin í Tórshavnar Kommunu hevur 50 ár á baki.

Byrjað verður í Eikilund á skúlanum í Kongagøtu ( nýggjasti partur av Kommunuskúlanum.) Aftaná verður opið hús, myndaframsýning og drekkamunnur á tannlæknastovuni í Tórsgøtu.


Í 1959 kom tann fyrsta skúlatannlæknastovan við kommunalt settum tannlækna í Havn sum tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Barnatalið 0-16 ár, ið fá tilboð um tannrøkt í Suðurstreymi, eru í dag sløk 5.000 børn. Tilsamans 20 starvsfólk arbeiða í barnatannrøktini Tórshavnar kommunu, harav fimm tannlæknar og tveir tannrøktarar.