Barnasjúka noyðir barnakonur heim

Fleiri dagstovnar hava verið noyddir at sjúkrameldað starvsfólk, sum eru upp á vegin. Orsøkin er tann sonevnda lúsingasjúkan. Flestu barnakonunar sleppa kortini skjótt aftur til arbeiðis

Tað ræður fyrst og fremst um at verja tey óbornu.

Hetta er niðurlagið hjá læknunum, nú lúsingasjúkan - eisini nevnd tann fimta barnasjúkan - herjar um landið

Fleiri barnakonur, sum arbeiða á dagstovnum, har lúsingasjúkan gongur hava verið noyddar til hús. Men í nógv flestu førunum sleppa tær kortini til arbeiðis aftur eftir nøkrum fáum døgum.


Taka blóðroynd


Lúsingasjúkan er ein mild barnasjúka. Barnakonur mugu tó ansa eftir, tí vandi kann vera fyri fostrinum.

Tískil verða barnakonur, sum arbeiða á dagstovnum, har lúsingasjúkan gongur sjúkrameldaðar. Hetta fyri at tað við blóðroynd kann staðfestast, um tær hava havt sjúkuna ella ikki.

Jenis av Rana, kommunlækni í Havn, sigur, at flestu barnakonurnar kunnu róliga fara til arbeiðis aftur eftir fáum døgum. 85 prosent av øllum vaksnum hava nevniliga havt smittuna, og hava sostatt andevni móti lúsingasjúkuni, sigur hann.

Tær barnakonur, sum ikki hava havt lúsingasjúkuna fyrr verða sjúkrameldaðar, til sjúkan er hasað av á arbeiðsplássi teirra.


Takið tað róligt


Hóast tað ræður um at binda um heilan fingur, so ræður kommunulæknin til at sláa kald vatn í blóðið.

Fyri tað fyrsta er vandin fyri at barnakonur ikki hava havt smittuna fyrr sera lítil. Fyri tað næsta er lúsingasjúkan í sjálvum sær ikki serliga vandamikil sjúka, sigur hann.

Kommunulæknin heldur tað eisini vera eina misskiljing, at børn vera send heim av stovnum, tí at tey hava lúsingasjúku. Hetta skuldi verið óneyðugt, sigur hann.



Fakta:


Lúsingasjúkan


#Mild barnasjúka. Eisini nevnd fimta barnasjúkan.


#Sjúkueyðkenni: Reyðir kjálkar og útslett, serliga á ørmum og beinum. Møguliga fepur. Men tú kanst hava sjúkuna, uttan sjúkueyðkenni. Vaksin kunnu fáa liðapínu.


#Tað finst eingin viðgerð móti lúsingasjúku. Danska heilsustýrið hevur ikki mett tað neyðugt, at seta í verk serlig fyrivarni móti sjúkuni á skúlum og stovnum. Danska arbeiðseftirlitið hevur nøkur tilmæli, sum kommunulæknar hava fylgt.


#Verður fostur smittað, kann tað elva til at barnakonan aborterar í 5-10 prosentum av førunum.