Barnaróðurin er útsettur

Barnamanningarnar fara at kappast, tá ið 10-mannaførini hava róð

Lotið á Skálafjørðinum er so mikið frískt, at tað verður ikki hildið at vra ráðiligt at hava barnaróðurin nú.

Tí er avgjørt at útseta tær báðar kappingarnar í barnaróðrinum. Dreingjakappingin skuldi vera nú klokkan 13.30, og gentukappingin var ásett at vera klokkan 13.55.

 

Nú er hetta broytt soleiðis, at dreingjakappingin verður klokkan 17.25, og gentukappingin verður klokkan 17.45.

 

Klokkan 14.50 fer flaggið upp fyri 6-mannafør Masters, og klokkan 15.05 fer flaggið upp fyri 5-mannaførum við gentum.

 

Tað er eitt frískt lágættarlot. Forsøgnin sigur, at lotið fer at linka, og at hann fer at snara upp í vestan.