Barnaprix við sexuellum undirtónum

Tað er keðiligt, at løgini, sum vald eru til luttøku í Nósa Barnaprix'num, eru útlendskir kærleikssangir við seksuellum undirtónum, siga foreldur at børnum, sum ætla at luttaka. Ógrundaður ótti, sigur fyrireikarin, sum ikki fer at loyva slíkum sangum

Foreldur at børnum, sum ætla at luttaka í tilstundandi Nósa Barnaprixnum, harmast um, at eingir føroyskir barnasangir, sum børnini kenna, eru millum løgini, veljast kann ímillum. Har eru mest bara enskir kærleikssangir. Summir við beinleiðis sexuellum heitum og undirtónum, siga foreldur, sum Sosialurin hevur tosað við.
Tað er ov dýrt at brúka føroyskar sangir, siga fyrireikararnir av Barnaprixnum. Men vit fara ongantíð at loyva børnunum at syngja ósømiligar sangir.
Men tað verður kortini ikki Nósa Barnaprix uttan føroyskt íkast, sigur ein av fyrireikarunum av Nósa Barnaprixnum. Tí til sjálva finaluna fara luttakararnir at framføra spildurnýggjar, fittar føroyskar barnasangir, sum eru gjørdir til júst hetta høvið.

Óheppið
Tað er ikki serliga heppið, at úrvalið av sangum, sum ætlaðir eru børnum í sjey til fjúrtan ára aldri, skulu vera slíkir, sum bara handla um kjøtliga girnd og slíkt, sum harvið fylgir, sigar foreldrini, blaðið hevur hitt.
Við at hyggja gjøgnum listan við uppskotum til sangir, síggjast heiti sum »Sexed up«, »Sweet transvestite« og »Jeg vil í seng med de fleste«, vísa hesi foreldrini á. Og tað er ikki hóskandi fyri smábørn at fara á pall við, siga tey.
Gamaní eru nakrir danskir barnasangir, sum børnini ivaleyst hava hoyrt og duga, sum eitt nú »Æbleman«, ið Creamy gjørdi kendan aftur fyri nøkrum árum síðan. Men teir føroysku barnasangirnir, sum áttu at verið við í eini slíkari kapping, mangla fullkomuliga, siga hesi foreldrini.
Hesin trupulleikin er helst gjørdur størri, enn hann í veruleikanum er, sigur Mark Joensen, sum er ein teirra, sum fyrireikar Nósa Barnaprix'ið. Úrvalið er so stórt, at eingin trupulleiki eigur at vera við at finna sangir, sum ikki hava hatta innihaldið, sum nevnt verður. Men sjálvandi ber til at finna onkran slíkan ímillum, ásannar hann.
?Men eg kann vissa fólk um, at vit fara ikki at loyva luttakarunum at syngja slíkar sangir á pallinum, sigur Mark Joensen. Skuldi tað hent, at ein luttakari hevði valt ein slíkan sang, siga vit nei. So einfalt er tað, sigur hann avgjørdur.

Dýrt
Hann ánsannar, at tað er óheppið, at eingir føroyskir sangir eru við í úrvalinum. Men tað er ikki tí, at vit ikki vilja, ella hava roynt at fáa teir við. Grundin er tann, at tað er ov kostnaðarmikið, sigur Mark Joensen.
Hann sigur, at tey, sum eiga upphavsrættin til teir sangir, sum fyrireikararnir kundu hugsað sær at havt við, krevja so mikið nógv afturfyri, at fyrireikararnir ikki halda tað vera møguligt at gjalda.
Hinvegin ber til at keypa ein samlaðan pakka við útlendskum karaokeløgum, sum børnini so sleppa at velja ímillum til innleiðandi umførini.
?Tá so tey, sum hava meldað til, hava valt síni løg, hyggja vit at valinum og gera av, um vit vilja góðtaka tað ella ikki, sigur Mark Joensen.