Barnaprix 2002: Her eru okkara framtíðar sangarar

Fyrsta innleiðandi umfar í Nósa Barnaprixnum fór av bakkastokki leygarkvøldið. Badmintonhøllin í Havn var karmur um fyrsta umfarið, sum fyrireikararnir eru stak væl nøgdir við

Undirtøkan til Nósa Barnaprix 2002 hevur verið ógvuliga góð. Barnaprixið er fyri børn, sum eru millum 7 og 14 ár, og er hetta fyrsta ferðin eitt barnaprix er á skránni her á landi.
Fyrsta umfar av teimum sjey innleiðandi var í Badmintonhøllini leygarkvøldið.
Heilt fitt av fólki var møtt upp, men siga fyrireikararnir, at tað væl kundu verið meira.
? Nú var veðrið so gott og Ovastevna var í Nólsoy, so tað kann vera tað, sum eisini hevur spælt inn, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyrireikarunum til Barnaprixið.
? Men vit eru stak væl nøgdir við gongdina. Børnini dugdu ógvuliga væl at syngja, og eg varð ógvuliga ovfarin av teimum. Her eru púra vist nakrir av okkara framtíðar sangarum.
James og Angela vóru frásøgufólk í Badmintonhøllini, og hetta megnaðu tey væl.
Tó vóru summi hørm um, at atgongumerki kostaði 100 krónur, men hinvegin vistu tey ikki, at børn undir skúlaaldur sluppu ókeypis inn, skrivar pop.fo millum annað.
? Vit høvdu tíverri ikki gjørt hetta greitt fyri fólki, men tað ætla vit at bøta um. Til næstu kapping fara vit eisini at gera eitt selrigt familjuatgongumerki, so tær ikki skulu gjalda so nógv fyri tiltakið, sigur Mark Joensen við pop.fo
Og í fyrsta umfarinum var fyrsti vinnarin sjálvandi eisini kosin. Tað gjørdist 13 ára gamli Bjarki Hansen av Argjum. Kappingin var sera hørð og spennandi, og var hann bara nøkur fá stig frammanfyri Kristel Lisberg.
Næsta innleiðandi umfar verður á Kambsdali í ítróttarhøllini komandi vikuskifti. Atgongumerki fáast longu í forsølu á Kunningarstovuni í Runavík og í Shell-støðunum í Eysturoynni.