Nú aftur uppskot liggur á borðið um at studul til barnapengar skal falla burtur, eru tað fleiri sum tala um hvussu hart tad rakar tey ið skula gjalda (ikki gjalda alt sum er). Fellur endurgjaldið burtur, økjast byrðarnar hjá hesum og tí má skipanin halda fram.
Tað er einki nýtt í at eingin er glaður fyri at missa endurgjald, men tad sum er nógv meira viðkomandi at snakka um er, um endurgjaldið nakrantíð skuldi verið komið?
Tað er ein stórur sorgarleikur at foreldur skiljast /fara frá hvørjum øðrum, ikki minst fyri børnini. Tað kann ikki gerast upp í pengum, hvussu nógv verður brotið bæði so og so. At tann sum ikki hevur børnini skal gjalda man vera ein av teimum minnu plágunum, men - hvat guldu tey áðrenn ella hvat gjalda tey sum eru gift/liva saman fyri síni børn?
Um tað sakliga mett kostar uml. 1622 kr. um mánaðan at forsyrgja einum barni, so er tað væl ein útreiðdsla sum tvey ið eru saman eisini hava. Hvussu ber tað so til at tað knappliga er so synd í teimum, sum skula gjalda til hitt foreldurið ið passar børnini?
At pápar (ella mammur) skula gjalda 881 kr. um mánaðin fyri at hava sett eitt barn í verðina ljóðar ikki nógv. Enn minni sýnist tað um vit rokna um og staðfesta at tað verður til 27 kr. um dagin fyri hvørt barnið.
At fara hvør til sítt frítekur ein ikki frá foreldra heitinum ella forsyrgjara skylduni, men allíkavæl hevur tað almenn endurgoldið helvtina av barnapengunum; man sleppur sostætt dupult so bíliga við ikki at hava børnini.
Tað at endurgjaldið einaferð er komið, eigur ikki at vera nøkur rættvísgerð fyri at tað eisini skal halda fram. Tað er hinvegin uppá tíðina at fáa endurgjaldið vekk, so at tað ikki verður gjørdur munur á ábyrgd foreldranna, hvørjum umstøðum tey so hava valt at liva undir.
Tað er fyrst og fremst foreldranna uppgáva at taka sær av sínum børnum við øllum skyldum sum fylgja við - tað almenna hvørki skal ella kann stíga inn og átaka sær hesa uppgávu.