Fleiri staðni kring landið eru øll barnapassini útseld, men fyrireikararnir lova, at børn, sum eru komin til Klaksvíkar, kortini sleppa at keypa pass Tað hevur verið trot á barnapassum á sølustøðunum hjá Summar Festivalinum kring landið. Somikið stórt trot, at fleiri av sølustøðunum ikki hava havt nakað barnapass eftir í dag.
Fleiri barnapass eru tó eftir, og fyrireikararnir siga, at hesi kunnu keypast við dyrnar. So tað er altso eingin orsøk at setast eftir, um tað bert ber til at keypa atgongumerki til tey vaksnu í húskinum.