Tíðindaskriv
Norðskála-Oyrar skúli hevur havt evnisviku um list. Børn úr øllum flokkum hava teknað, málað, yrkt og sungið. Yrkingar hjá Alexander Kristiansen hava verið brúktar sum evni til máliningarnar og rithøvundurin hevur verið og vitja í skúlanum og lagt næmingunum lag á.
Jón Magnus Joensen, lærari í Tjørnuvík, hevur lagt næmingunum lag á at tekna og mála. Harafturat hava næmingarnir lisið og sungið yrkingar hjá Alexander Kristiansen og lisið tekstir hjá øðrum rithøvundum.
Mánakvøldið tann 17. mai klokkan 20 skipar Sunda Bókasavn fyri almennum fyrilestrum um barnalist og fyri framsýning av listaverkum í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla.
Alexander Kristiansen fer at hugleiða um at yrkja til børn og um yrkingar hjá børnum og Bárður Jákupsson fer at hugleiða um at tekna til børn og um tekningar hjá børnum.
Myndir og yrkingar hjá børnum úr Norðskála - Oyrar skúla hanga uppi og børnini fara at syngja og spæla burtur úr tí, tey hava arbeitt við hesa vikuna.










