Í morgin, fríggjadagin, kl. 16 letur Smiðjan í Lítluvík upp við nógvum spennandi myndum, ið børn hava málað.
Børnini eru frá 4 til 8 ár.
Tey hava mála tað, ið hugtekur og undrar. Børnini hava ikki sitði einsamøll og málað, vit hava sitið saman og tosað um tað, ið tey vilja mála og hvussu tey hava tað, og so framvegis, og omma teirra, Arngerð Joensen, ið eisini er við, er okkara inspratións kelda, sigur Angela Petersen, ein av stigtakarunum.
Opið frá fríggjadegnum 22 mars kl 16 til og við týsdegi 26, mars kl 19.00.