Barnalegurnar í summar byrjaðar

Nú summarfrítíðin hjá skúlunum er byrjað, merkir tað samstundis at summarlegurnar á báðum teimum stóru leguhúsunum byrja.

Sunnukvøldið byrjaði fyrsta ungdóms- og barnalegan í Zarepta í Vatnsoyrum og varir henda fram til leygardagin.
Í leguhúsinum í Nesvík byrjaði ein lega fríggjakvøldið, tá næmingar í 6. og 7. flokki fóru á legu. Sama dag byrjaði eisini ein lega fyri næmingar í  2. til 4. flokki í Sørvágs skúla.
Á báðum støðum halda legurnar fram alt summarið, har í túsundatali av børnum fara at leita sær.