Barnakonur skulu ikki eta tunfisk


Bretland

Bretskir matvørumyndugleikar ávarða kvinnur, sum eru við barn og kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn, ímóti at eta ov nógvan tunfisk.
  Orsøkin til ávaringina er, at tunfiskur er so mikið fongdur við kyksilvur, at hann ikki er besta føði hjá kvinnum, sum vilja hava børn.