Barnakonur og Rás Tórshavn

Jógvan Arge
Býráðslimur í Havn
?????
Nú tykist mala fyri býráðsformanninum. Sambært honum er tað skeldsorð at vera grátandi barnakona.
Havi ikki hoyrt fyrr, at tað er negativt at ganga við barni undir belti. Tvørturímóti er tað nakað av tí mest positiva og lívgevandi, sum finst.
Tað er eisini bøtandi hond at gera vart við, at ein myndugleiki fer út um lógir og reglur og hurlar runt við byggisamtyktum.
Reglurnar eru gjørdar til tess, at myndugleikin skal halda seg innanfyri tær, so borgarin veit, hvør karmurin er, sum hann hevur valt at liva í.
Kundi saktans nevnt fleiri atfinningarverd dømi úr politikkinum hjá býráðssamgonguni.
Eitt er Rás Tórshavn. Á heimasíðu míni spurdi ein borgari um dagarnar, um tað ikki var ein brølari at taka av Rás Tórshavn.
Kundi ikki annað enn geva honum rætt. Her høvdu havnarfólk verðins besta tilboð um fleiri sjónvarpsrásir fyri onki frá kommununi.
Skilti ongantíð hugin hjá býráðssamgonguni at taka burtur eina tænastu, sum var sett í verk av kommununi sjálvari.
Fleiri enn 3000 fólk skrivaðu eisini undir mótmæli móti avgerðini hjá býráðsmeirilutanum.
Í dag skerst neyvan burt-ur, at havnarborgarar so ella so vórðu vavdir upp í eina roynd at geva Televarpinum ein flúgvandi start.
Tað fekk jú til gávus allan marknaðarpartin, sum tann ókeypis Rás Tórshavn hevði havt.
Við sínum stigi góvu borgarstjórin og hansara fólk borgararnar upp til skutil.
Tað, sum fyrr kanska kostaði nakrar fáar krónur í kommunuskatti, kostar okkum nú nógvar 1000 krónur í part um árið.
Mær tykir, at her setti kommunan business fremri enn borgararnar ? og tað ber neyvan til at koma afturumaftur.