Barnakarnevalur við Margáir

Í morgin verður ítróttaøkið við Margáir í Streymnesi, í samband við at rørsluár er, karmur um stóran barnakarneval. Fyrireikararnir vænta sera nógv fólk, og øll børnini í Sundalagnum eru boðin Dagstovnurin við Kráir í Hvalvík og barna- og ungdómsdeildin hjá EB-Streymi skipa í morgin, fríggjadagin 26. juni, fyri barnakarnevali við Margáir frá klokkan 15 til 20. Tiltakið er fyri øll børn í Sundalagnum og familjur teirra.

Tað verður ítróttarøkið við Margáir, sum verður karmur um stóra Barnakarnevalin. Fyriskipararnir hava sett nógv á skránna til tiltakið.

Inni á økinum verður undirhald á stóra pallinum, sum verður settur upp, djóraframsýning, hoppiborgir og ymsar kappingar. Eisini hava tey fingið sjúkrabil, politibil og sløkkiliðsbil at luttaka, sum børnini so kunnu síggja. Eisini vera aðrir stórir bilar og maskinur við.

Fleiri forkunnugar framførslur verða eisini á pallinum. Nósi, Bassi og Silvi koma á vitjan, og tað, at Rørsluár er, kemur eisini at seta sín dám á tiltakið. Eisini verður klovnurin Bobo við, og síðst, men ikki minst, Faroe5, ið fara at syngja og dansa. Hetta verður aftaná klokkan 17.

Tað verða allir dagstovnarnir í Sunda kommunu, sum fara at hittast til hetta tiltakið, og er talan tá um hundraðtals børn. Tey fara saman at byrja tiltakið, tá tey klokkan 15 hittast við Kráir, har dagstovnurin í Hvalvík liggur, og fara í skrúðgongu, við Norðljómi á odda, fram til Margáir.

Fyrireikararnir vænta nógv fólk til tiltakið, og heita tí á bygdarfólkið í Hvalvík og Streymnesi um at lata bilin standa í túninum, og heldur spáka til tiltakið - sum jú eisini er í samband við at tað er rørsluár.