Barnakór Glyvra kirkju á vitjan

Hetta vikuskiftið fer barnakór Glyvra kirkju á vitjan í Norðoyggjum. Tað er ymist á skránni hjá teimum. Leygarkvøldið verða tey í kirkjuni heima í Kunoy, har tey virka við til eina stóra barnasangløtu kl.19.30.

Tey eru eini 40 børn í kórinum, og syngja alt frá sálmum til nýmótans gospel. Hetta kvøldið heima í Kunoy fer Julia Kass av Strondum at hava eina bíbliusøgu, og hon hevur sínar tvær dukkur við.

Sunnumorgunin verður kórið við til familjugudstænastuna, ið verður í Christianskirkjuni kl.11.00, har tey eisini fara at syngja nakrar sangir.