Jól
Tað serstaka við hesum afturvendandi tiltakinum er, at tað eru næmingarnir sjálvir, tvs. teir í 3. og 4. flokki í skúlanum á Velbastað, sum taka sær av øllum hátíðarhaldinum. Teir lósu inn- og útgangsbøn í felag. Nøkur teirra lósu brot úr Gamla Testamenti. Næmingarnir høvdu eisini valt sálmarnar og teir lósu jólaevangeliið. Har var so eisini eitt barnakór, sum sang jólasálmar, og næmingar spældu eisini uppá klarinet, guitar og blokkfloytu.
Kirkjan varð pyntað við einglum, sum næmingar úr 1. og 2. flokki høvdu gjørt. So her var talan um eitt barna- og næmingatiltak burturav.