Barnahermenn latast leysir

Í Nepal hava stjórnin og fyrrverandi maoistiski uppreistrarfelagsskapurin skrivað undir eina avtalu, sum tryggjar, at umleið 3.000 børn, ið hava virkað sum hermenn, verða latin leys.

Síðani maoistarnir góvust við uppreistrinum fyri trimum árum síðani, hava børnini verið í legum, sum ST hevur havt umsjón við.

Sambært avtaluni sleppa tey fyrstu børnini úr legunum tann 27. desember, og 40 dagar seinni skulu legurnar standa tómar.

Ein talsmaður fyri ST sigur, at børnini sleppa at velja, um tey vilja fara í skúla, ella um tey vilja sleppa at byrja egið virksemi.