Barnagudstænasta og jólaveitsla í Argja kirkju

Sunnudagin verður barnagudstænasta og jólaveitsla í Argja kirkju

Sunnudagin 18. desembur kl. 11.00 verður barnagudstænasta á Argjum. Hetta er samstundis dagurin, har sunnudagsskúlin hevur sína jólaveitslu, og tí verður hetta ein serstøk gudstænasta.

Prestur verður Derhard Jógvanson, og hann fer at hava gudstænastuna í einum barnavinarligum vinkli.

Sunnudagsskúlabørnini ganga Luciagongd og í tí sambandið verður heitt á øll børnini um at møta í seinasta lagið kl. 10.40 at gera seg kláran.

 

Kvinnubólkurin Tabitha, sum er mannaður við kvinnum av Argjum, syngur eisini.

 

Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til ein døgurða. Jólaveitslan heldur á eftir døgurðan við ymsum á skránni til gaman og álvara, og okkurt gott verður heilt víst til børnini at fáa!

 

Vit gleða okkum til at síggjast fjølment. Hjartaliga vælkomin!