Eftir gudstænastuna fáa børnini okkurt gott til góman Í morgun klokkan 11 verður barnagudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík við Hanusi á Gørðum, presti.
Barnakórið úr KFUM og K kemur at syngja nakrar sangir, og annars verður barnagudstænastan merkt av nógvum sangi og eini barnavinarligari prædiku.
Eftir gudstænastuna verður okkurt gott at fáa hjá børnunum.