Í farnu viku vóru bæði børn og vaksin í barnagarðinum Baldursbrá í urtagarðinum, har tey eitt nú lúkaðu. Í síðsta mánaði settu tey eisini eplir niður.
- Baldursbrá er náttúrubarnagarður burturav, og tí er partur av námsætlanini eisini at læra børnini at verða góð við náttúruna og at læra um vøkstur og plantur.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at tað er Vivian Bjartalíð, sum er leiðari á Blákolluni, sum er nýggjur stovnur, ið læt dyrnar upp á heysti í 2021.
- Stovnurin hevur frálíka staðseting við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Tískil er tað eisini náttúrligt, at náttúran myndar stovnin og er ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðnum.
Við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu sigur leiðarin, at tey framvegis arbeiða við orðingunum í námsætlanini.
- Í hesum sambandi hava vit eitt nú gjørt eina plakat, ið vísir økini, sum vit arbeiða við. Yvirskipað hava vit deilt arbeiðið í trý økir.
##med2##
Vivian Bjartalíð vísir á, at fyrsta økið er spontanitetur, sum hon tekur til. Her verður hugsað um tað, sum børnini leggja til merkis og tað, sum tey røra og spæla við úti í náttúruni.
- Hetta kann vera, tá vit eru á útferð og møta spennandi skriðdjórum, krabbum, goggum og vøkrum blómum. Næsta økið er at arbeiða við einum ávísum tema. Hetta kann vera fjøra, fuglar, ull, trøll ella annað.
Hon sigur, at hetta er við til at geva eitt gott fakligt yvirlit.
- Aftrat hesum, arbeiða vit við verkætlanum, eitt nú eini eplaveltu, matgerð úr seyðaúrdráttum, og so hava vit eisini eitt spennandi skordýrahotell, sigur Vivian Bjartalíð.